new-york-1025430_1920Hvussu skal fyritøkan eita?

Tú velur sjálv/ur, hvussu fyritøkan skal eita, og kanst eisini nýta títt egna navn í virkisnavninum.

Navnið á fyritøkuni skal týðiliga skilja seg frá øðrum nøvnum og má ikki villleiða brúkaran, soleiðis at fyritøkurnar lættliga kunnu mistakast fyri hvørja aðra.

Eitt gott navn kann úttalast á fleiri málum og gevur meining fyri brúkaran. Tað er gott, um navnið hevur lag og er stutt. Minst til, at navnið eisini skal brúkast á netinum og á sosialum miðlum.

Ivast tú, kanst tú seta teg í samband við TAKS, ið umsitur V-tals skipanina til allar fyritøkur.

 

ikea-1376853_1920Sniðgeving av navni og búmerki

Eitt gott navn er lættari at minnast. Velur tú skeivt navn til fyritøkuna og broytur navnið seinni, kann tað gerast dýrt og villleiða títt umhvøvi. Góð ráð til eitt gott virkisnavn er at finna eitt navn, ið hóskar til umhvørvið, har hetta kemur at virka. Eisini er gott, um navnið hevur meining og ljóðar lætt og stutt. Navnið skal eisini kunnu nýtast á alnetinum og sosialum miðlum. Dømi um sterk nøvn eru eitt nú LEGO og IKEA.

Eitt búmerki er miðdepilin í tínum grafiska samleika, og tí er tað umráðandi, at hetta virkar. Eitt búmerki er útgangstøðið undir øllum øðrum grafiskum tilfari, ið verður handað kundum.

Hjá Patent- og Varemærkestyrelsen kanst tú fáa skrásett títt virkisnavn og búmerki sum vørumerki og harvið tryggja tær einarætt til navnið. Skrásetingin gevur tó ikki treytaleysa verju av búmerki og navni.

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.