20746593

Søla

Prísáseting

Tann rætti prísurin snýr seg ikki einans at rokna út kostnað og yvirskot. Tá tú skalt áseta prís fyri vøruni, kanst tú nýta útreiðsluhættin, viriðishættin ella kappingarhættin.

Útreiðsluhætturin verður nýttur, at rokna prísin fyri vøruna, tá tað snýr seg um fastan kostnað, sum fevnir um leigu av hølum o.a. og tann skiftandi kostnaðin, sum verður nýttur til tilfar o.a. Tá kostnaðurin er upplýstur, verður vinningurin lagdur afturat.

Virðishætturin verður nýttur, tá vøran hevur hægri virðið enn kostnaðurin á framleiðsluni. Fyri at finna rætta virðið á vøruni, skulu fyrimunirnir við vøruni greinast og út frá hesum finnast eitt virðið fyri kundan.

Kappingarhætturin ásetur prís eftir kappingarneytanum. Til kappingarhættin skal greinast, hvussu líkar vørurnar eru og hvussu eftirspurningurin av vøruni fer at reagera á lægra ásetta prísin.

Um vøran skal útflytast, skulu ikki einans útreiðsluhætturin, virðishætturin og kappingarhætturin takast í nýtslu, men eisini fraktkostnaður, tollur og fíggjarliga støðið á tí landi, ið flutt verður til.

 

Marknaðarførsla

Branding

Eitt brand fortelur hvat ein fyritøka stendur fyri, og hvørjar kenslur og virðið, knýta seg at fyritøkuni. Eitt brand tekur langa tíð at byggja upp, men tað er eitt gott hugskot, at hugsa um hetta longu í byrjanarfasuni.

Eitt gott brand gevur eitt virðið, ið røkkur longur enn tann einkulta vøran og kann betra um kappingarevni við at geva trúfastar kundar.

  • Útgangsstøðið fyri branding eru styrkirnar og virðini hjá fyritøkuni. Hugsa um orsøkina, hví felagið var sett á stovn.
  • Arbeið við ymiskum virðum, so sum sosial virðið, mentanarlig virðir ella yrkislig virðir.
  • Hugsa um at gera títt brand ektað og álítandi. Vel tey veruligu virðini hjá fyritøkuni, ístaðin fyri at skapa ein falskan identitet.
  • Hugsa um at hjálp frá grafikara o.ø. til at menna logo og annað tilfar.
  • Ver fasthugin og samsvarandi. Tíni brandvirðir skulu kunna endurspeglast í allari fyritøkuni.
  • Ger mun og skil teg frá kappingarneytunum
  • Minst til at halda títt brand við líka. Um brandi skal liva leingi, skalt tað broytast við kundunum, fyritøkuni og samfelagnum.

 

Tíðindaskriv

Eitt tíðindaskriv verður nógv nýtt, fyri at gera miðlar og kundar kunnugar við fyritøkuna og vørurnar, ið fyritøkan selur.

Tá ið eitt tíðindaskriv verður skriva, er avgerðandi at tú hugsar sum eitt miðlafólk, ið ger greinina áhugaverda.

  • Tín nýggjheit skal verða viðkomandi
  • Byg upp greinina eftir nýggjheitstríkantinum, ið inniber eina yvirskrift, endurgeving, inngang, lýsandi breyðtekst og samskiftis upplýsingar
  • Hav skil á citatir og endurgevingar
  • Send tíðindaskrivi til miðlafólk

 

Marknaðarføring á Google

Óansæð hvussu flott heimasíðan er, og hvussu lekrar vørur tú selur, so mugu kundarnir finna teg fyri at keypa. Tá ið fólk leita efitr tínum vørum ella fyritøkuni, hevur tín raðfylgja á Google alt at siga. Google marknaðarførsla er marknaðarførsla í leitimaskinuni Google, ið er partur av online marknaðarføring, ið fevnir um Google optimering (leitimaskinuoptimering, SEO), PPC lýsingar (Pay Per Click) og Webgreinginar.

Har eru nógvir mátar at marknaðarføra seg sjálvan ella sína fyritøku í Google. Fyrst og fremst er tað umráðandi, at heimasíðan er skjót, teknisk stabil og brúkaravinarlig. Hettar er eitt krav, fyri at blíva nr. 1 í Google Adwoords.  Við lýsingarprogramminum Ggogle Adwords, kan man sum brúkari upprætta málrættaðar lýsingar, sum vísast fyri brúkarinum, tá hann leitar eftir hesum í Google.

Google AdWords hevur tann fyrimun, at tú møtir kundunum, tá teir hava tørv á tínari vøru.

Leitumaskinuoptimering er annaðleiðis enn at lýsa beinleiðis á Google, har tey mest umráðandi elementini eitt nú eru link, ið virkar sum eitt viðmæli.

Google Analytics verður nýtt at greina trafikkin á tínari heimasíðu, ið hevur týdning fyri nummarraðið á Google.

Marknaðarføring á Facebook

Facebook kann nýtast at lýsa við, har hetta oftast er tann bíligasta loysnin. Facebook bjóðar nýggjar møguleikar innan marknaðarførslu, ið fær virki at knýta bond við brúkaran. Størsti fyrimunurin við marknaðarførslu á Facebook er, at tú lætt kann vísa hvat tú selur uppá onga tíð, ið gevur tær samband við nógvar møguligar kundar.

Facebook gevur tær møguleika, at finna rætta málbólkin við Facebook Ads Manager. Tó skal dentur leggjast á rætta innihald, tá brúkarir á Facebook javnan síggja aðrar lýsingar. Ein Annar fyrimunur er, at marknaðarførslan á Facebook kann tryggja tær ein betri linkprofil, ið gevur Eina betri leitimaskinuoptimering.

Lykilin til eina eydnufulla marknaðarførslu á Facebook, er at skapa ein felagskap rundan um fyritøkuna, vørurnar og tænasturnar, sum tínir kundar ynskja at verða partur av.

Tá tú skalt upprætta eina Facebook síðu til fyritøkuna, skalt tú avgerða um hetta skal gerast sum fyritøkuprofilur ella sum ein Facebook fansite. Legg til merkis, at hetta ikki kann broytast seinni. Á Facebook fær fyritøkan møguleika at leggja myndir, filmar, dagføringar, kjak o.a.  út, sum skapar eina alemenna og ektaða tilverðu á netinum.

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.