woman-690036_1920

 

Góð ráð til tín, ið umhugsar at gerast íverksetari

Motivatión og klár mál eru høvuðstreytirnar fyri, at tú sum íverksetari og fyritøka fært framgongd. Tá ið tú fert at brúka nógvar tímar upp á tína vøru, er tað umráðandi, at tú brennur fyri fyritøkuni.

Sum íverksetari, skalt tú hugsa um kjarnuveitingina hjá fyritøkuni og tínar egnu førleikar.

Handilshugskot og innovatión snúgva seg eisini um at síggja nýggjar samansetingar í staðin fyri nýggj hugskot.

Øll fólk hava tørv á hjálp – eisini íverksetarar. hald teg ongantíð aftur við at biðja um hjálp.

Minst til, at øll gera feilir. Feilirnir kunnu menna teg og gera teg sterkari, tí tú ognar tær nýggja vitan.

 

Brúka títt netverk

Teir fyrstu kundarnir spretta ofta úr netverkinum, har netverkið eisini kann nýtast til sparring og víðari menning av vøruni. Sum nýbyrjaður er tað umráðandi at hava gott netverk.

Í einum netverki eru ofta vinir, kenningar, fyrrverandi starvsfelagar, samstarvsfelagar, kappingarneytar og aðrir íverksetarar.

Tú kanst víðka títt fakliga netverk við sosialum miðlum, felagsskapum ella byrja títt egna netverk. Tú kanst læra nógv frá tínum kappingarneytum, hóast tit eisini kappast um somu kundar.

Tú kanst eisini víðka títt fakliga netverk við at luttaka á fyrilestrum og stevnum.

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.