163_2bc50b65-9e5c-43ae-8545-db37817460edVirkisætlan

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ein virkisætlan er ein lýsing av tínari komandi fyritøku og ein ætlan yvir, hvussu tú ætlar at reka og menna hesa. Tá ið tú gert tína virkisætlan, skapar tú eitt yvirlit, ið ger tað nemmari fyri onnur, at síggja hvat tú arbeiðir við.

Ein virkisætlan inniheldur upplýsingar um fíggjarætlan, bygnað, sølu, marknaðarførslu og menningarmøguleikar.

Ein virkisætlan hjálpir tær:

  • at byggja og fremja tína framtíðarhugsan og visjón
  • at savna fakliga vitan og sannførandi upplýsingar
  • at velja betri handilsligar avgerðir
  • at vísa íleggjarum, at íløgan er góð
  • at veita grundalagið fyri betri ráðføring
  • at vísa, at tú ert álvarssom/álvarsamur og saklig/ur

Tá tú skalt gera tína virkisætlan, er lættast at nýta eina skabelón.

 

Niðanfyri liggja skabelónir, ið tú kanst nýta:

Virkisætlan

Ætlan til vøru- og tænastumenning

Rakstrarætlan

Stovningargjaldsætlan

Gjaldførisætlan

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.