innovation

Virkisætlan við skilið

Ein virkisætlan er eitt ágrýtt leiðsluamboð, sum skal nýtast hvønn dag.

Um tú ert leiðari av einari fyritøku, við størum vakstrarmøguleikum, kunnu broytingar ávirka gerandisdagin. Tað krevur ein orku frá tínari síðu, at fáa lagt eina vakstrarætlan. Tá hendan er løgd, hevur fyritøkan møguleika at røkka longur. Virkisætlanin skal tryggja, at øll í fyritøkuni ganga sama veg, soleiðis at ætlanin kann fortelja hvat fyritøkan er ávegis, hvørji mál eru sett og hvussu fyritøkan nær ásettu ætlan.

 

Ráðgevandi nevnd

Ein persónlig átt fyritøka kann við fyrimunum stovna eina nevnd, ið stuðlar eigarinum. Ein ráðgevandi nevnd kann líkjast einari vanligari nevnd, sum vit kenna frá vinnufelagsrættinum sum yrkisnevnd ella einans virka sum ráðgevandi nevnd.

Tann størsti munurin á einari yrkisnevnd og einari ráðgevandi nevnd er, at ráðgevandi nevdin einki formligt vald hevur líkamikið hvønn vinnufelagsform talan er um. Hetta merkir at eigarin kann lata verða at fylgja teimum ráðum, ið verða givin. Tí er tað umráðandi, at seta sær greitt, í hvønn mun man ynskir at fylgja og brúka ráðini frá ráðnum.

Ein ráðgevandi nevnd, tekur útgangsstøðið í tørvinum hjá fyritøkuni, har nevndin kann styrkja leiðsluna og hjálpa í mun til marknaðarstøðuna.

 

Innovatión

Um tú vilt skapa vøkstur, er tað umráðandi at arbeiða miðvíst og skipað við innovatión.

Kom oman í Hugskotið, og fá íblástur til innovatión og innovatiónsleiðslu.

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.