taks3

Skattur

Kapitalfelagsskattur

Partafeløg, smápartafeløg, samløgufeløg, sparikassar, lutafelag, vinnurekandi grunnar, tryggingarfeløg og skjótt eisini íverksetarafeløg, gjalda 18 % í skatti av uppgjørdu inntøkunum.

Feløg og grunnar, ið inntøkuuppgerðini hava hall, kunnu draga hallið frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Samskattað feløg lata inn felags skattauppgerð fyri feløgini.


Útlutan av vinningsbýti

Sum vinningsbýti verður roknað alt, sum felagið útlutar eigarunum, har allir fíggjarligir fyrimunir eru at meta sum vinningsbýti.

Vinningsbýti verður roknað við í skattauppgerðini yvir skattskyldugu inntøkuni. Verður vinningsbýti útlutað til feløg og grunnar, ið hava fulla skattskyldu í Føroyum, skal eingin skattur gjaldast. Verður vinningsbýti útluta til likamligar persónr, skulu 35 % verða hildin aftur í skatti.

Felagið hevur skyldu at eftirhalda skatt av vinningsbýti, ið verður latin TAKS saman við einari vinningsbýtisuppgerð.

 

Persónligt rikið virksemi

Vinningurin hjá einum einstaklingavirkið, íognarfelag ella øðrum persónligum feløgum, verður skattaður sum vanlig inntøka. Hetta merkir, at skattaprosentið er tengt at inntøkuviðurskiftunum hjá eigaranum.

 

Meirvirðisgjald

Meirvirðiðisgjald á 25 % skal rindast til landskassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum, og við innflutningi úr útlondum. Tað er tó brúkarin, ið síðsta enda rindar meirvirðisgjald, sum verður lagdur afturat kostnaðinum á vøruni ella tænastuni. Avgaldið skal rindast til TAKS.

Um tann árliga sølan er minni enn 30.000 krónur, skal avgjald ikki rindast, har meirvirðisgjald ikki skal leggjast afturat søluni av vøruni og/ella tænastuni.

MVG skráseting skal fara fram í seinasta lagi 8 dagar áðrenn virksemi byrjar.

Virkir skulu lata inn til TAKS mvg-uppgerð hvønn ársfjórðing.

Les meira á heimasíðuni hjá TAKS

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.