Endamálið hjá Hugskotinum

Vit í Hugskotinum ynskja at simbra menningina av  einum fjøltáttaðum vinnulívi í Tórshavnar kommunu. Hetta gera vit við at veita íverksetarum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan í einum kveikjandi umhvørvi. Vit royna at eggja íverksetarum til at virka og deila vitan, har vit miðvíst arbeiða fyri at veita íverksetarum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving.

 

Virkisskráin hjá Hugskotinum tekur støði í virkisskránni hjá Tórshavnar kommunu “Okkara høvuðsstaður – virkin og vakin“:

-Vit vilja, at høvuðsstaðurin gevur øllum vinnum góð vakstrarlíkindi, bæði nýggjum og altjóða vinnum, og teimum vinnum, sum hava djúpar røtur her.
-Vit vilja, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.

Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar, og tí ynskir Hugskotið at veita eina tænastu frá byrjan til framhaldandi menning av fyritøkuni. Hetta merkir, at allar fyritøkur í Tórshavnar kommunu kunnu fáa hjálp og vegleiðing í Hugskotinum.

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.