email-826333_1920

Hevur tú eitt gott hugskot?

Um tú hevur eitt gott hugskot, kann hetta vera vert at verja. Hóast hugskotið hevur tørv á verju, er tað umráðandi at fáa staðfest, um hugskotið er nýtt og skilur seg nóg nógv frá øðrum uppfinningum.

Hevur tú ætlanir um at selja hugskotið til eina fyritøku, kann einarættur til hugskotið verða neyðugur fyri at skapa samstarv millum partarnar.

 

Patent

Fyri at fáa patent upp á eitt hugskot skulu nakrar treytir verða uppfyltar. Hesar eru:

  • At hugskotið skal vera nýtt. Hetta merkir, at hugskotið ikki má vera líka sum nakað annað í verðini, tá ið umsóknin verður latin inn.
  • At hugskotið skal hava uppfinnarahædd við at skilja seg munandi frá øðrum kendum teknikkum.
  • At hugskotið skal kunna nýtast vinnuliga.

Krav um at hugskotið er nýtt kann verða brotið, um hugskotið hevur verið á marknaðinum, um vøran er umrødd í miðlunum ella víst alment fram.

Kravið um nýggjheit verður mett objektivt, har lítið skal til fyri at bróta nýggjheitsvirðið á hugskotinum. Patent gevur einarætt til eitt hugskot í 20 ár roknað frá tí degi, umsóknin verður latin inn.

Brúksmodell

Brúksmodell verður vanliga rópt tað lítla patentið, ið er innført, fyri at verja praktisk nýskapanarverk, ið ikki lúka strongu krøvini um uppfinnarahædd til patent. Verjan við brúksmodelli er munandi bíligari enn patent.

Krøvini til brúksmodell eru:

  • At hugskotið skal vera nýtt. Tó er hetta kravið ikki líka strangt sum tá ein søkir um patent.
  • At hugskotið skal kunna nýtast vinnuliga.

Ein avgerandi munur millum patent og brúksmodell er at, Patent- og varemærkestyrelsen ikki kannar, um hugskotið er nýtt ella skilur seg nóg nógv frá øðrum longu kendum vørum. Hetta kann tó gerast móti gjaldi.

Brúksmodell gevur einarætt til eitt hugskot í 10 ár.

 

Upphavsrættur

Upphavsrættur verður nýttur í listarligu verðini, ið verjir bókmentalig og listarlig verk. Verjan verður latin sum einarættur til at føra fram og almannakunngera eitt verk.

Fyri at fáa verju av upphavsrætti skal verkið vera orginalt. Hetta merkir, at tveir persónar óheftir av hvørjum øðrum, ikki kunnu skriva tann sama tekstin, um tað skapta skal hava verju.

Upphavsrættur fæst uttan at skráseta hetta.  Verjan tekur við, tá verkið er skapað, og heldur alt lívið hjá upphavsmanninum og 70 ár eftir hetta.

Á enskum verður nýtt heitið “Copyright”. Vert er at leggja sær í geyma, at upphavsrættur er ymiskur frá landi til land.

 

Sniðgeving

Verjan av sniðgeving er eini almenn boð, ið geva umsøkjaranum einarætt at nýta eitt nærri lýst snið vinnuliga.

Verjan av sniðgeving fevnir um ytru útsjóndina og formin á ytru útsjóndini.

Verjan av sniðgeving verður givin 5 ár í senn og kann í mesta lagi fevna um 25 ár.

Verjan av sniðgeving kann minna um upphavsrætt, og sama vøra kann tí bæði verða vard av sniðgevingarrættinum og upphavsrættinum.

 

Les meira á heimasíðuni hjá Patent- og Varemærkestyrelsen

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.