shipping-containers-1150062_1920Kundar

Oftani er stórur munur á Føroyskum og útlendskum kundum, tískil kann eisini verða stórur munur á hvussu teir taka støðu til tína vøru/tænastu

Niðanfyri er ein leiðbeining, ið kann hjálpa tær, at kenna mun á tínum Føroysku og útlendsku kundunum.

  • Royndar marknaður: Tað kann verða ein stórur fyrimunur um tú ger eina royndarsølu á tí marknaðinum, ið tú gjarna vilt inn á. Fyrimunurin er, at tú skjótt og lætt kann síggja um tín vøra/tænasta kann eyðnast á marknaðinum. Eisini ber til, at skundisliga broyta prís, vøru og fjarsølu.
  • Kundavitjan: Tað er týdningarmikið, at tú velur tær nakrir kundar, ið tú vitjar javnan. Á henda hátt fært tú eina heildarmynd av hvussu væl tín vøra er umtókt. Eisini gevur tað eina greiða mynd yvir ynski, tørv og keypimynstruni hjá kundunum.
  • Kunda tørvur: Hvør er tørvurin, ið tú ynskir at veita ein loysn á? Er kundatørvurin uttanlanda øðvísi enn tørvurin á heimamarknaðnum? Er tørvurin ein annar, er møguligani neyðugt at finna ein annan málbólk ella tryggja sær, at núverandi málbólkur er nóg stórur til, at tryggja neyðugu søluna.
  • Krøv: Neyðugt er at vita hvørji krøv vøran skal lúka. Oftani er lættari, at fáa hesa vitan frá kundanum(B2B) sjálvum heldur enn, at fáa upplýsingarnar frá almennum myndugleikum.
  • Prísur: Endaliga ber til at áseta rætta prísin, ið passar til tín kundabólk. Legg í geymað, at gjaldoyra kann hava stóran týdning í mun til gjøgnumskygni, tá ið man samanberur við líknandi vørur. Tískil skal ein hava góða grundgevingar um ein ynskir at áseta ein prís, ið liggur yvir marknaðarprísin.

 

Marknaðarførslufyrireiking til ein útflutningar marknað

Tað er ikki altíð, at ein kann nýta somu marknaðarførslu átøk í øllum londum. Hetta er orsakað av, at mentarnir ikki altíð skilja tín boðskap á sama hátt.

  • Stuttir og greiðir setningar eru best at nýta, eisini eigur ein, at skáka sær undan, at nýta orðatøk og myndamál, tí tað kann koma fyri, at tað verður umsett skeivt, sum í ringasta føri kann verða okkurt óhóskandi.
  • Kannað áðrenn, um heitið á tínari fyritøku hevur ein øðrvísi týdning á útlendska marknaðinum, ið kann virka løgi ella speirakandi, sama er galdandi fyri tínar vørur og tænastur.
  • Kannað um búmerki og snið, ið tú ætlar at nýta, hava øðrvísi týdning uttanlanda. Kannað um landið hevur heitið og búmerki, ið hava sama týdning.
  • Nýtt hugagóðar myndir, ið endurspegla fólkið og húðarlit teirra í tí landinum marknaðarført verður í. Ansa eftir myndum, ið kunnu verða háðandi í ymisku londunum.
  • Litir og samansetingar av litum hava ymiskar týdningar kring knøttin, vel tískil litir og samansetingar eftir mentanini í landinum marknaðarført verður í.
  • Kannað lóggávuna gjølla og hvussu tær verða tulkaðar í landinum.

 

Útflutningarátøk

Leiðbeiningin niðanfyri kann hjálpa tær, at hugsa um allar fyrireikingarnar, ið eru neyðugar, tá ið ein hevur ætlanir um, at útflyta til ein nýggjan marknað.

  • Lýs hví tú vilt útflyta tína vøru, umhugsa gjølla um fyritøkan hevur neyðuga tilfeingi til, at fara á ein nýggjan marknað.
  • Lýs hvørjar treytir útflutningarmarknaðurin skal hava t.d sølumongd, prís, málbólkar og kappingarneytar.
  • Kostnaðurin at útflýta er bundin at, hvussu fjarskotin marknaðurin er, longri út í heim ein fer, størri verður kostnaðurin.
  • Mentarnir eru ymiskar og kunnu skapa ósemju, vel tískil tín marknað við ansni.
  • Tað er oftani lættast at útflýta til grannalond, heldur enn fjarskotin lond, orsakað av, at tey líkjast meira mentarnarliga.
  • Kannað hvussu tú skal røkka kundunum og hvussu málbólkurin tekur við tínari vøru.
  • Skapa tær eina greiða mynd yvir kappingarstøðinum á marknaðinum, ið tú ætlar at fara inn á.
  • Kannað hvørjir útflutningarmøguleikar eru. Hvussu skal vøran flytast til ásetta marknaðin og hvør er kostnaðurin? Er best at flyta vøruna við bili, skipi ella flogfari? Flutningskostnaðurin hevur stóran týdning fyri søluprísin á vøruni, tískil kann tað verða hent, at samstarva við ein, ið kennir ásetta marknaðin og regluliga flytur vørur hertil.
  • Kannað hvussu vøksturin er í landinum, bæði búskaparliga og innan tína vinnugrein.
  • Tak atlit til hvussu politiska støðan er í landinum. Um tú útflytur til lond merkt av kríggi og ófriði, er tú ikki altíð tryggjaður ímóti tapi á kursi og útflutningi.
  • Kannað hvørjar reglur gera seg galdandi um innflutning í landinum, ið tú ynskir at útflyta til. Hav kunning um hvørjar reglur eru um toll, kvotur og handilsforðingar. Nógv lond hava felagsreglur, til dømis, ES-limalond, tó kunnu verða undantøk.

 

Virkisskrá fyri útflutning

Tað er týdningarmikið, at hava eina ætlan fyri, hvussu útflutningurin skal fara fram, tí at tað er týdningarmikið, at kannað hvørjir møguleikarnir eru á ásetta marknaðinum.

Innihald í virkisskránni

  • Tørvurin á tínari vøru/tænastu
  • Kappingargreining
  • Marknaðarførsluætlan
  • Reglur og krøv til vøruna/tænastuna
  • SWOT-Greining

 

Útflutningartilbúgving

Leiðbeiningin niðanfyri er eitt gott amboð til at kannað um tíðin, at útflyta tína vøru, er búgvin á einum ávísum marknaðið.

Hugburður mótvegis útflutningi

  • Tað er týdningarmikið, at øll eru klár at íðka tað, ið eru neyðugt fyri at útflutningarátakið skal eyðnast. Tískil eigur ein at kannað, hvørji starvsfólk eru klár til at leggja orku í átakið.
  • Hvussu stórur er vinningurin hjá fyritøkuni við at útlfyta.

Tilfeingi

  • Neyðuga peningin til at menna útflutningarmarknaðin?
  • Nóg nógv starvsfólk til at lyfta vaksandi arbeiðsbyrðuna?
  • Er framleiðsluorkan nóg stór til økta eftirspurningin?
  • Megnar fyrisitingin, at røkja økta virksemi í fyritøkuni?
  • Er nakað, ið skal gerast betur áðrenn fari verður ígongd við at útflyta?

Meting av útflutningi 

  • Hvussu er sølan á heimamarknaðinum?
  • Eru allir vaktrarmøguleikar nýttir á heimamarknaðinum, ið møguligani loysa seg betur enn útflutningur?
  • Um tit longu hava valt ein marknað, hvussu eftirfarandi er sølumetingin á hesum marknaði?
  • Eru sølumetingarnar í fyritøkuni eftirfarandi sum heild?
  • Er neyðugt, at gera eina marknaðargreining áðrenn útflutt verður?
  • Er neyðugt, at gera eina greining av kappingarneytunum áðrenn útflutt verður?

Kunnleiki um útflutning

  • Hevur fyritøkan neyðuga tilfeingi?
  • Hevur fyritøkan neyðugan kunnleika um:
    • Útflutning
    • Útflutningarmarknaðin
    • Vørustreymsamskipanina
    • Gjaldingarhættur
    • Fremmandamál
  • Er neyðugt, at starvsvenja starvsfólkini innan útflutningarvirksemi?
  • Er neyðugt, at seta nýggja starvsfólk, ið hava eginleikar innan útflutningarvirksemi?
  • Er neyðugt, at heinta hjálp uttanífrá/Samstarva við onnur?

Vørur og tænastur

  • Egnar vøran/tænastan seg til útflutning?
  • Hevur vøran/tænastan kappingarfyrimunir, ið eisini gera seg galdandi á marknaðinum, har útflutt verður?
  • Hvørjar handilsforðingar eru?
  • Er vøruútberingin stundislig?
  • Veitur fyritøkan nøktandi garanti í mun til vanliga skikk í ávísa marknaðinum?

Kundar

  • Eru nóg nógvir kundar, soleiðis at tað loysir seg at útflyta vøruna?
  • Hevur málbólkurin kunnleika um tína vøru?
  • Hevur málbólkurin kunnleika um líknandi vørur?
  • Eru tit før fyri, at móttaka og viðgera klaður, ið møguligani eru til staðar á ásetta marknaðinum?

Prísur

  • Hava tit kunnleika um prísstøði á útflutningarmarknaðinum, ið tit ynskja at útflyta til?
  • Er vøran/tænastan kappingarfør á útflutningarmarknaðinum?
  • Kenna tit kostnaðin at útflyta vøruna/tænastuna til útflutningarmarknaðin?
  • Hvørjar eru veitingartreyturnar?
  • Gjaldstreytur og mannagongdir fyri vøruna/tænastuna?

Útbýting

  • Avgerð hvussu vøran/tænastan skal býtast út á útflutningarmarknaðinum.
  • Tað týdningarmikið at seta seg í tær mentarnarligu, fíggjarligu, løgregluligu og marknaðarligu avleiðingarnar, ið gera seg galdandi í ymisku útbýtingarhættunum
    • B2B
    • Umboðsmenn
    • Innflytari/Útbýtari
    • Egin sølumiðstøð

Marknaðarførsla

  • Hvørji marknaðarførsluparametur er ætlan um, at nýta á útflutningarmarknaðinum?
  • Eru marknaðarførsluparametruni egnaði til ásetta marknaðin?
  • Er kostnaðurin til marknaðarførsluátakið væl lýst, bæði byrjanargjaldið og nýtslugjaldið?
  • Hava tit umhugsa mentanarlig viðurskifti, ið kunnu ávirkast neiligani av marknaðarførsluni?
  • Er innbjálvingin á vøruni hóskandi á útflutningarmarknaðinum, tá ið hugsa er um mentan, góðsku og snið?

Samskifti við útflutningarmarknaðin

  • Er yvirlit á ferðakostnaðinum til útflutningarmarknaðin?
  • Er greiðu á hvussu ofta tað er neyðugt at ferðast til útflutningarmarknaðin fyri at tryggja sær, at marknaðarlýsingin gongur sum hon skal?
  • Hava tit móttikið fyrispurningar?

Avtalur

  • Hava tit royndir at samskipa altjóðaavtalur?
  • Umhugsi hvussu avtalur verða samskipaðar í tí landinum tit vilja útflyta til.
  • Umhugsa hvørja hugsan landið hevur til samráðingarfelagar.

Váði

  • Hava tit kunnleika um tey krøv, ið verða sett til trygd og góðsku?
  • Hava tit kunnleika um hvussu tit fáa fatur í hesum upplýsingum?
  • Hava tit kunnleika um møgulig krøv til vøruna, sum tildømis, at merkja vøruna?
  • Hava tit kunnleika um hvørjar reglur eru galdandi um trygging og skaðar?

Sjálvstilvitan

  • Eru tit tilvitaði um møguligur veikleikar, ið fyritøkan kann hava í samband við útflutningin?
  • Vita tit um nakran, ið kann hjálpa tykkum at loysa møguligar veikleikar?

Leiðbeining til Eksportráðið

Eksportráðið er ein partur av ráðharrastovuni fyri uttanríkis mál í Danmark, ið eisini er galdandi í Føroyum. Eksportráðið hjálpur fyritøkum, at sleppa inn á nýggjar marknaðir.

Eksportráðið hevur eitt altjóðanetverk, ið kann hjálpa tínari fyritøku út í heim, óansæð um talan er um langtíðar ætlanir ella ítøkiligar trupullekiar á einum núverandi marknaðið.

Eksportráðið hevur ráðgevar og serfrøðingar, ið halda til á donskum sendistovum, konslastovur og virkisskrivstovum kring allan heimin og tískil hava ítøkiliga vitan um júst tann marknaðin, ið tú ynskir at útlfyta til. Fyritøkur, smáar og stórar, kunnu fáa vegleiðing og ráðgeving.

 

Les meira um Eksportráðið her

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.