Vælkomin til hugskotið

Hugskotið er títt

Um Hugskotið
Unmute
hvat-bjodar-hugskotid

Hvat bjóðar Hugskotið?

Hugskotið bjóðar eitt kveikjandi umhvørvi, har møguleiki er at fáa ókeypis vegleiðing og innivist, og har møguleiki er at netverka við aðrar íverksetarar. Hevur tú ikki tørv á innivist, kanst tú í staðin fáa vegleiðing og hjálp at koma víðari við tínum hugskoti. Hevur tú tørv á serkønari hjálp, hava vit í fleiri førum møguleika at bjóða tær eina mentorskipan.

Ókeypis vegleiðing og ráðgeving til íverksetarar ogfyritøkur
360° gjøgnumlýsing av hugskoti/fyritøku
Vegleiðing út frá góðkendum
viðurkendum amboði
Vakstrarørk, sum kunnu hjálpa tær
at koma víðari
Møguleiki fyri mentorskipan
100% tagnarskyldu
Pláss til 10-12 íverksetarar
Allir vanligir skrivstovuhentleikar
Internet
Kopimaskina og prentari
Streymur og hiti
Reingerð
Ráðgeving/vegleiðing
Kveikjandi umhvørvi, netverk og
sparring
Kveikjandi fyrilestrar og skeið
Sámiligur kostnaður

our-team

Starvsfólk

jonhild starvsmyndJónhild Rasmussen

Umsitari & dagligur leiðari

Jonhildr@torshavn.fo

Tlf. 289333

louise starvsmyndLouise Restorff Jacobsen

Løgfrøðiligur ráðgevi

Louiser@torshavn.fo

Tlf. 289335

some-of-the-clients-we-work-with
Íverksetarar í Huskotinum
  • Fríði Mellemgaard & Símun Højgaard - Ekort

    – Menningin hevði ikki gingið so skjótt, høvdu vit ikki kunna sitið í Hugskotinum, tosað við aðrar íverksetarar og fingið góða ráðgeving. Vit hava fingið hjálp á øllum økjum, so hvørt sum tørvur hevur verið á tí.

    Fríði Mellemgaard & Símun Højgaard - Ekort
  • Poul á Dul Olsen

    -Vakstrarhjólið leiddi meg inn á økir í fyritøkuni, sum ikki høvdu mín stóra áhuga, og gjørdi tey áhugaverd.

    Poul á Dul Olsen
  • Kira Hendriksdóttir - Kira Design Regnskjól

    -Eg mæli øllum, sum hava hug at fara undir onkra serliga verkætlan, til at tosa við Hugskotið. Tey hava førleikarnar at hjálpa og ráðgeva, og ikki minst duga tey at fáa fólk at trúgva uppá eina ætlan.

    Kira Hendriksdóttir - Kira Design Regnskjól
  •  
  • Tryggvi Magnussen - Snøklar.fo

    -Byrjunarfasan er eitt sindur tung og tá eru øll ráð og vegleiðingar kærkomnar, tí eisini gott at vita at ein kann fara til Hugskotið, at fáa ráðgeving.

    Fyri meg hevur tað gjørt at eg havi fingið meira innlit í hvat er týdningarmikið, tá ið tað kemur til eina nýstovnaða fyritøku.

    Tryggvi Magnussen - Snøklar.fo
  • Kirstin Hammer, eigari Gómagott

    -“Eg havi í nógv ár havt ein dreym um at fara í gongd við mítt egna søtmetisvirki, men hevði ikki havt tíð og umstøður at fara í gongd og visti heldur ikki hvussu eg skuldi bera meg at við at koma í gongd. Høgni maðurin helt at vit skuldu fara oman í Hugskotið at fáa okkum ráð. Og tað hevur verið okkum til stóra hjálp. Tað sum Hugskotið fyrst og fremst hevur hjálpt okkum við, er at fáa tað skumpið, sum skuldi til, fyri at koma í gongd. Jónhild gav okkum goð ráð og deadlines nær vit skuldu verða liðug við ymisk ting. Og eitt gott yvirlit yvir hvat kravdist av okkum á ymiskum økjum enn bara tað at framleiða, td. at tað eisini skuldi marknaðarføring til og søla og bókhald. So vit fóru undir virkið betur brynjaði og betur upplýst um hvat tað krevur at fara í gongd. Og eisini hevur verið gott at kunna fara oman at fáa góð ráð, so hvørt sum vit eru komin longur á leið.”

    Kirstin Hammer, eigari Gómagott
  • Veita.fo

     -Samanumtikið havi eg verið sera glaður fyri at húsast í Hugskotinum hesa síðstu tíðina áðrenn tænastan handan verkætlanina verður endaliga gjørd virkin. Tíðin í Hugskotinum hevur eisini verið við til, at ment og styrkt tænastuna.

    Veita.fo

Hevur tú spurningar ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Hugskotið, vit hjálpa fegin.